Welcome to VIMA's online shop

Your cart

Your cart is empty

Refund policy

Handilstreytir

Er feilur í vøruni, skalt tú innan rímiliga tíð, eftir at feilurin er funnin, seta teg i samband við VIMU. VIMA, gevur tær upplýsingar um, hvussu tú skalt gera. Reglur hesum viðvíkjandi eru eftir keypilógini. 

Keyparin hevur rætt til at kæra innan 24 mánaðir eftir keypið.

Prísir

Allir prísir eru í føroyskum krónum (DKK). Fyrilit verður tikið fyri møguligum prísbroytingum.

Iðranarrættur

Um tú iðrar eitt keyp hevur tú iðranarrætt. Vøran skal sendast aftur til VIMU innan 14 dagar, ella tú kemur framvið í handlinum við vøruni. Send vøruna til, ella kom framvið á addressuni Nólsoyar Páls Gøta 7C, Klaksvík. Vit vilja heita á teg at senda ein teldupost til okkara á vima@vima.fo og boða frá hesum. Minst til at geva vísa kvittan. Um kvittan ella umbýtingarmerkið er við, fæst tilgóðseðil ella tú kanst býta um til aðra vøru.

Er vøran niðursett er ongin iðranarrættur. 

Umbýtingarrættur

Umbýtingarrættur er 14 dagar, treytað av at vøran er óbrúkt og í sama standi, sum tá hon var keypt. Eisini er umbýtingarrætturin treytaður av at øll merkir og tað ið har til hoyrir enn er á vøruni og í líka góðum standi, sum tá ið vøran varð keypt.

Kostnaðurin at senda retur ber kundin sjálvur.

Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur.

Útbering

Vøra verður send út við Posta ella Flyta. Um vøran skal latast innaftur ella býtast um, so má kundin sjálvur gjalda fraktina ella koma í handilin við vøruni.

Avgreiðslutíðin fyri bílagdar vørur er vanliga upp til 4 yrkadagar, um vøran er á goymslu.

Er vøran ikki á goymslu, verður avgreiðslutíðin sjálvsagt longri.

Frakt verður avgreidd sambært tí avgreiðslu- og postgjaldi, ið er í gildi. Hetta gjald verður lagt oman á vørukostnaðin.

Posta og Flyta avgreiða allan vøruflutning. 

Gjaldskort

Vit takað í móti fylgjandi kortum: Visa og MasterCard. Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre). Eisini skalt tú útfylla eina 3D secure kodu sum tú vart sendandi umvegins NETS. Tá tú keypur frá okkum, koyrur tú tínar kortupplýsingar inná Quickpay, sum er eitt trygt  SSL-kryptera gjaldsportur. Hjá Vimu fær ongantíð atgongd til tínar kortupplýsingar.

Vit vóna at tú hevur haft gleði av tænastu okkara, takk fyri.

Reklamatión

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum pakkan aftur. Umframt hetta heita vit á teg um at ringja, ella senda ein teldupost og boða frá. Tú kanst eisini koma í handil okkara við vøruni. 

Gjaldskort

Tú kanst gjalda við flestu vanligu gjaldskortunum í okkara nethandli. 

Fyrivarni

Fyrivarni skal takast fyri prís og lagurvillum