Privacy policy
Privatlívspolitikkur
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Vimu at tryggja, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
1. Vit eru dátuábyrgdari
Vima er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vimu:
Vima
Nólsoyar Páls Gøta 7C
Postboks 232
710 Klaksvík
+298 787712
vima@vima.fo
Á heimasíðuni vima.fo sæst hvat verður bjóða út av vørum.
2. Nær viðger Vima persónupplýsingar um teg
Vima viðger persónupplýsingar um teg í samband við keyp og sølu av vørum o.a.
Tað kann verða at Vima hevur gjørt eina avtalu við teg, og tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónupplýsingar um teg.
Vima hevur bæði eina Facebook síðu og eina Instagram síðu. Her viðger Vima persónupplýsingar um teg, um tú dámar, viðmerkir ella deilir eitt av uppsløgunum hjá Vimu. Afturat hesum viðgera Facebook og Instagram eisini upplýsingar um teg um tú sendir teimum beinleiðis boð ígjøgnum hesar miðlarnar.
Eisini kann tað verða at tú hevur sent Vimu, ein fyrispurning, eina bílegging, eina klagu, eina starvsumsókn, o.l. ella tú hevur skráset teg til tíðindabrøv okkara, sum ger at Vima skal viðgera tað tú sendir inn, hetta ger at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Vima vil veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað neyðugt hjá Vima at viðgera tínar persónupplýsingar
Tað eru fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar. Tað kann verða at taka ímóti og viðgerð av ordrum frá tær. Senda vørur út til tín, svara fyrispurningum og senda rokningar, senda tíðindaskriv osfv.
3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð
Tað kunnu sum víst omanfyri verða ymsar persónupplýsingar, sum Vima viðger og heimildargrundarlagið er eisini ymist.
- Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-4 og 6. Heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
- Um vit innsavna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
4. Sløg av persónupplýsingum
Tá tú keypir eina vøru verða bara vanligar persónupplýsingar brúktar.
Vanligu persónupplýsingarnar viðgjørdar eru:
- For- og eftirnavn
- Bústað
- Teldupost
- Telefon
Um tú ert virkin á Facebook/Instagram síðuni eru tað hesar upplýsingar, ið verða viðgjørdar:
- For- og eftirnavn
- Mynd
- Aðrar upplýsingar tú sjálv/ur hevur deilt og/ella dáma við tínum vanga.
5. Persónligar upplýsingar, ið vit savna tá tú vitjar heimasíðuna
Tá tú vitjar heimasíðu okkara vera ávísar upplýsingar um eindina tú nýtir savnaðar av einari sjálvvirkandi protokoll. Hetta inniber upplýsingar um hvønn net kaga, tú nýtir, IP adressu, tíðarøki og cookies, sum eru innsettar í tínari eind. Harafturat savna vit upplýsingar um tær einstøku síðurnar ella vørurnar, tú hyggur at, tá tú kagar ígjøgnum heimasíðuna. Eisini savna vit upplýsingar um tær heimasíður ella orðaleitingar, ið leiddu teg til heimasíðu okkara, og hvussu tú nýtir síðuna. Vit kalla hesar savnaðu upplýsingarnar „upplýsingar um eind”.
Vit savnað upplýsingar um tína eind við nýtslu av fylgjandi tøkni:
- „Cookies” eru dáta fílar sum vera tiknar niður á tína eind og innibera ofta eitt dulnevnt og einnevnt dátuheiti. Fyri meiri upplýsing um cookies og hvussu ein kann óvirka tær, kanst tú vitja http://www.allaboutcookies.org.
- „Log files” fylgja tíni gongd á heimasíðuni, savna upplýsingar so sum tína IP adressu, hvønn kaga tú nýtir, alnet tænastu veitara, tilvísandi/útgongds síðu og dato/tíðar stempul.
- „Web beacons”, „tags” og „pixels” eru elektroniskar fílur, sum verða nýttir til at upptaka upplýsingar um hvussu tú kagar síðuna.
Tá tú gjøgnumførir eitt keyp á heimasíðuni, so verður tú biðin um at upplýsa ymsar persónligar upplýsingar so sum navn, bústað, gjaldupplýsingar (hetta inniber eisini títt gjaldskort nummar), telefonnummar og teldupost. Vit kalla hesar savnaðu upplýsingarnar „upplýsingar um bílegging”.
Tá talan er um persónligar upplýsingar í hesum tryggingarskjalinum er talan um bæði eindar upplýsing og bíleggingar upplýsing.
5.1 Hvussu vit nýta tínar persónupplýsingar
Vanliga nýta vit bíleggingar upplýsingar, sum vera savnaðar, til at gjøgnumføra einhvørja bílegging, ið verður gjørd á heimasíðuni. (Hetta inniber atgongdina til tína gjaldupplýsing, sum verður skipað til farmaflutning og verður eisini nýtt at senda tær rokning og/ella bíleggingarváttan.) Harafturat nýta vit hesa bíleggingarupplýsingar til at:
- Samskifta við teg
- Forða fyri møguligum bíleggingar vanda ella sviki
- Veita tær upplýsingar ella lýsingar samsvarandi teimum vørum ella tænastum, tú vísur áhuga í á okkara heimasíðu.
Vit nýta upplýsingarnar um tína eind, sum vera savnaðar til at hjálpa okkum at forða møguligar vandar ella svik (serliga tína IP adressu). Men vanliga nýta vit tær til at menna og bøta um heimasíðuna. (til dømis, við at framleiða hagtøl um hvussu okkara kundar kaga og bera seg at á heimasíðuni og meta um okkara marknaðarføring og lýsingar átøk.)
Vit brúka eisini upplýsingar til betur at málrætta okkara lýsingar. Hetta inniber m.a. brúk av retargeting lýsingum, so vit kunnu vísa tær lýsingar, ið vit meta eru viðkomandi fyri teg.
5.2 Víðarigeving av persónupplýsingum, innsavna av heimasíðuni
Vit deila tínar persónligu upplýsingar við ‘third parties’ sum hjálpa okkum at nýta tínar persónligu upplýsingar sum nevnt omanfyri.
Til dømis nýta vit Shopify til at reka okkara nethandil. Tú kanst lesa meiri um hvussu Shopify nýtir tínar persónligu upplýsingar á https://www.shopify.com/legal/privacy.
Vit nýta eisini Google Analytics til at hjálpa okkum at skilja, hvussu okkara kundar nýta heimasíðuna. Tú kanst lesa meiri um hvussu Google nýtir tínar persónligu upplýsingar á https://www.google.com/intl/en/policies/privacy. Tú kanst eisini siga teg burturúr Google Analytics her: https://tools.google.com/dlpage/gaoptout.
Til seinast kunnu vit eisini deila tínar persónligu upplýsingar við myndugleikar í tráð við galdandi lóggávu og reglugerð, ið kann vera grund fyri eini vitnisstevnu, leitingarloyvi ella aðrar umbønir frá myndugleikum eftir upplýsingum. Hetta eru hættir vit nýta at verja okkara rættindi.
Sum lýst omanfyri nýta vit tína persónligu upplýsingar at veita tær málrættaða marknaðarførslu ella marknaðarsamskifti, ið vit halda vera áhugavert fyri teg. Fyri meira kunning um hvussu málrættað marknaðarføring virkar, kanst tú vitja heimasíðuna ‘Network Advertising Initiatives’ (NAI) her: ‘http://www.networkadvertising.org/understanding-online-advertising/how-does-it-work’.
Tú kanst siga teg burturúr málrættaðari marknaðarførslu her:
- FACEBOOK - https://www.facebook.com/settings/?tab=ads
- GOOGLE - https://www.google.com/settings/ads/anonymous
Harafturat kanst tú siga teg burtur úr summum av tænastunum á ‘Digital Advertising Alliance opt-out portal’ her: http://optout.aboutads.info/.
6. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Vima gevur annars í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari. Men vit nýta í summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera bókhald, bíleggingarskipanir og goymsla/viðgerð av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum.
7. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Vima sendir í útgangsstøðið ikki persónupplýsingar til veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum, so sum til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.
Um so er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
6.1 Vima brúkar Facebook og Instagram
Vima hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Vimu. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á facebook er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.
Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook.
Vima hevur eina Instagram síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur eisini her at vera vitandi um, at Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Instagram síðuna hjá Vimu. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Instagram brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á Instagram er tað helst tí tú hevur skrásett tín vanga á Instagram og hevur góðtikið politikkin hjá Instagram.
Her kanst tú lesa meira um cookiepolitik hjá Instagram.
8. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt, so heintar Vima tínar persónupplýsingar í sambandi við virksemi hjá okkum og upplýsingarnar koma beinleiðis frá tær.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.
9. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Vima hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
10. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.
11. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógina hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1).
11.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
11.2 Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
11.3 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
11.4 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at Vima skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
11.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
11.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
11.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
11.8 Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Vimu á +298 787712
11.9 Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Vima ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
---------
Hesin privatlívspolitikkur er seinast dagførdur 6. november 2024