Welcome to VIMA's online shop

Your cart

Your cart is empty

Um okkum

Tógvhandilin hjá Vimu hevur verið ein fastur partur av føroyska bindiumhvørvinum í meira enn 25 ár. Fyritøkan varð stovnað av Vimu og Jóannesi Leivsgarð í 2001 og byrjaði sítt virksemi í leigaðum hølum á Nólsoyar Pálsgøtu 1 í Klaksvík.

Við vaksandi virksemi og kundagrundarlagi varð flutt í nýggjan bygning á Nólsoyar Pálsgøtu 7 í 2013. Bygningurin varð bygdur til endamálið og gav betri karmar um handilin og virksemið. Í 2026 tók fyritøkan enn eitt stórt stig fram á leið og flutti í nógv størri og nýumvæld hølir á Nólsoyar Pálsgøtu 10, har kundar fáa enn betri uppliving og størri úrval.

Tá handilin byrjaði, varð einans selt tógv og ymisk tilhoyr til binding, so sum stokkar, knappar og annað. Seinni varð úrvalið víðkað við liðugt bundnum vørum og øðrum handarbeiði. Í nøkur ár vóru eisini serligar troyggjur gjørdar til Summarfestivalin, sum vóru at fáa á festivalinum.

Síðan 2013 hevur VIMA framleitt ymiskar bundnar vørur við føroyskum mynstrum. Øll mynstrini, sum verða nýtt í framleiðsluni, eru grundað á føroysku bindibókina, og arbeiðið verður gjørt við virðing fyri føroyskum siðum og føroyska bindiarvinum. Í 2017 varð framleiðslan víðkað til eisini at fevna um bundnar lutir til føroysku klæðini.

Í sambandi við flutningin í 2026 fekk fyritøkan eisini ein nýggjan samleika. Tógvhandilin hjá Vimu fekk styttri og greiðari navnið VIMA, sum í dag umboðar bæði drúgvar royndir, føroyska bindisiðvenju og nútímans tænastu.

Gjøgnum árini hevur VIMA ikki bara verið eitt vælvitjað stað hjá føroyskum bindifólki, men eisini hjá ferðafólki, sum vilja uppliva føroyska bindimentan og føroyskt handverk. Við vaksandi ferðavinnu hevur handilin fingið alsamt fleiri vitjandi úr útlondum, sum leita eftir føroyskum tógvi, mynstrum og bundnum vørum við føroyskum serkennum.

Í dag er VIMA meira enn ein tógvhandil – tað er eitt savningarstað fyri bindifólk, kreativar sálir og øll, sum hava áhuga fyri føroyskum handverki, føroyskum mynstrum og góðskuvørum.

Upplatingartíðir

Mánadag–fríggjadag: 10:00–17:30
Leygardag: 10:00–14:00
Sunnudag: Stongt